Heim

Virkið
Starvsfólk
Myndir
Undirvísingarætlan

Aðrar tænastur
Brúkt útgerð frá Faroe Dive
Leiga av kavaraútgerð
Túrar við Kavaraleiðara
Kavaratúrar til Føroyar

Kavara-útbúgvingar
1. Hjálparskeið
Seal Team
Royndarkav
OpenWaterDiver
AdvancedOpenWaterDiver
Rescue Diver
Divemaster

Royndarkav

Um kavið:  Um tú er áhugað/ur at royna teg sum kavara men ikki er heilt vís/ur í um tað er nakað fyri teg, hevur tú møguleikan at keypa tær eitt sokallað royndarkav. Kavið gongur soleiðis fyri seg, at áðrenn farið verður at kava verður kundin væl kunnaður um ymisk grundleggjandi ting viðvíkjandi útgerðini,  trygdini, tekin o.s.fr.. Eisini eru nøkur skjøl ið skula fáast frá hondini, áðrenn royndarkavarin sleppur á sjógv ella í svimjuhylin. Síðani verður farið trinvíst undir vatnskorpuna..Tá kundin følir seg kláran, verður farið ein túr undir vatnskorpuna. Hesin túrur er eitt so stórt upplivilsi, at flestu royndarkavara fara at minnast hann, við gleði restina av lívinum.

Krav: Kundin skal útfylla eina heilsuváttan. Er nakað svar játtandi á henni, skal kundin fáa játtan frá lækna sínum áðrenn farið verður á sjógv/svimjuhyl at kavað.

Kostnaður: á sjógvi 970kr. í svimjuhøll 600kr. við í kostnaðinum er luft,lán av útgerð.

Melda teg til eitt rondarkav beinleiðis her á síðuni:

faroedive@faroedive.fo ella ring 21 89 29

 

Faroe Dive - Brekkuskákiđ 7 - 700 Klaksvík - Føroyar tlf. (+298) 218929 


Glaður kavari í sjónum.
 



OWD-næmingar  rigga útgerð til í Haraldsundi
 



Steinmund & Hendrik fingið prógv sum OWD-kavara.