Heim |
|
|
||
Virkið Starvsfólk Myndir Undirvísingarætlan
Aðrar tænastur Kavara-útbúgvingar Ùtgerð |
VirkiðFaroe Dive varð sett á stovn á heysti 2002. Ætlanin við virkinum er at bjóða øllum teimum, ið hava áhuga, ein møguleika at uppliva heimin undir vatnskorpuni.Hetta gera vit, saman við einum instruktøri, við at bjóða kundum okkara fleiri ymiskar kavaraútbúgvingar. Okkara útbúgvingar fevna frá einum royndartúri, líka til eina útbúgving sum kavaraleiðari. So tað er nakað fyri ein og hvønn, ið hevur ein kavaradreym. Eisini selja vit alla ta útgerð, ið kavara hava brúk fyri. Faroe Dive hevur skrivstovu í Klaksvík. Tað er eisini har tær flestu útbúgvingarnar verða hildnar. Tó hevur Faroe Dive møguleika at undirvísa í kaving um alt landið, har umstøður og áhugi er tilstaðar. Tú hevur møguleika at byrja títt kavaraskeið í dag. Trýst á leinkjuna niðanfyri og tú kanst gjøgnumføra teori partin á kavaraskeiðnum heima og tá tú hevur tíð.
Starvsfólk
Janus Joensen: Janus býr í Klaksvík. Hann var fyrstuferð á sjónum, og royndi seg sum kavari í 1999. Síðani tann dagin hevur hann verið bitin av kaving og øllum tí ið har til hoyrir. Janus er útbúgvin PADI -Open Water Scuba Instructor og Medic First Aid Instructor. Hesa útbúgving tók hann meðan hann var á Fjóni í lestrarørindum. Janus hevur høvðusábyrgdina av teimum av skeiðnum, ið Faroe Dive skipar fyri. ☏ 21 89 29 Beinleiðis Samband: janus@faroedive.fo Ùtbúgving:
Lydia Joensen: Lydia býr í Klaksvík. Meðan hon gekk á læraraskúla í Danmark fekk hon hug, at royna seg sum kavara. Tað gekk henni so mikið væl, sum kavari, at hon í løtuni er í ferð við at taka PADI Rescue Diver prógv. Lydia er skrivstovuleiðari á Faroe Dive. ☏ 224 224 Beinleiðis Samband: lydia@faroedive.fo Ùtbúgving:
Fimmbogi M. Poulsen: Fimmbogi er føddur og býr í Hvannasundi. Hann byrjaði at kava í 1999, og hevur síðani verið bitin av kavingini. Í juni í ár tók hann prógv sum PADI-Divemaster hjá Faroe Dive. Fimmbogi tekur sær av túrum, ið Faroe Dive skipar fyri. Eisini er hann við í undirvísingini í svimjuhøll og í sjónum. Ùtbúgving:
Bára Joensen: Bára er uppvaksin og býr í Klaksvík. Hon hevur kava síðani juni í 2006. Hon er tann fyrsta kvinnan, ið hevur tikið útbúgving sum kavaraleiðari hjá kavaraskúlanum Faroe Dive. Bára gleðir seg at kava við ferðafólki, ið koma til oyggjarnar í summar. Ùtbúgving: Kavaraleiðari (Divemaster)
Eli A. Borgarklett: Eli er uppvaksin og býr í Klaksvík. Hann hevur fingist við kaving síðani 2005. Eli varð liðugur við útbúgvingina sum kavaraleiðari, um várið 2010. Umframt útbúgving sum kavaraleiðari hevur hann vinnuprógv, sum kavarahjálpari frá Arbeiðseftirlitinum. Eli hevur tikið sær av, at kava við touristunum, ið leggja leiðuna til Føroyar at kava. Ùtbúgving: Kavaraleiðari (Divemaster) & Kavarahjálpari. Faroe Dive - Brekkuskákið 7 - 700 Klaksvík - Føroyar tlf. (+298) 218929 |
|