Aðrar tænastur
Brúkt útgerð frá Faroe
Dive
Leiga av kavaraútgerð
Túrar við Kavaraleiðara
Kavaratúrar til Føroyar
Kavara-útbúgvingar
1. Hjálparskeið
Seal Team
Royndarkav
OpenWaterDiver
AdvancedOpenWaterDiver
Rescue Diver
Divemaster
Vinnukavari
Um útbúgvingina: Grundskeiðið í vinnukaving á kavaraskúlanum er deilt sundir í tveir partar. Ein praktiskan og ein teoretiskan. Á tí praktiska partinum skulu næmingar okkara fáa verkaliga undirvísing í hvussu ein kavar og hvussu ymiska kavarauppgávur verða loystar á ein tryggan hátt. Næmingar okkara skulu verða undir vatnskorpuni í minst 900 minuttir og loysa ymiskar uppgávur. Harumfram hettar er krav at minst 150 minuttir av teimum 900 minuttunum skulu verða djúpari enn 26 metur.
Tann teoretiski parturin er sera grundleggjandi og gevur næmingunum eina holla vitan um ástøðina aftan fyri kavingina. Næmingarnir arbeiða við at loysa uppgávur innan gasslógirnar. Harumframt verður undirvíst í at brúka ymiskar kavaratabellir, loggføring, rapportskriving, viðlíkahald og uppbygnaðurin av útgerðini, planlegging av kavingini o.s.fr.
Útbúgvingin verður gjøgnumførd eftir altjóða krøvum til slíkar útbúgvingar.
Faroe Dive hevur kavaraútgerð til næmingarnar. Kavaraskúlin viðmælir tó næmingunum, at hava egna turrdrakt við til undirvísingina.
Luttøkukrav: 18ár - Góðkent fyrstuhjálparskeið (1100kr.) - Heilsuváttan til vinnukavarar
Kostnaður: 38.987,00 kr.
Undirvísari: Janus Joensen
Melda teg til komandi vinnukavaraskeiðið beinleiðis her á síðuni
faroedive@faroedive.fo ella ring 21 89 29
Faroe Dive - Vágsheygsgøta 38 - 700 Klaksvík - Føroyar tlf. (+298) 218929 / 224 224
Vinnukavaranæmingur í sjónum
Vinnukavaranæmingur áveg upp eftir at hava loyst sína uppgávu
Vinnukavaranæmingar venja at samskifta við línusignalum.